Nýggj føroysk karaoke síða

- Hugskotið við hesi verkætlan er, at vit øll eisini kunnu syngja karaoke á okkara egna móðurmáli.

Ragnar Sjúrðarson
29. november 2024 kl. 23:50

- Føroyingar eiga eina ríka sangmentan. Vit eru eitt syngjandi fólk. Og gittarin, klaverið og harmonikan eiga hjartað og málið í føroyingum.

Tað skrivar Steintór Rasmussen á Facebook vanga sínum, í samband við nýggju føroysku karaoke síðuna, sum hann er stigtakari til.

- At syngja karaoke er nakað annað, men tað er eisini stuttligt og mennandi. Trýst á ein knøtt. So ert tú forsangari og hevur ein væl spælandi bólk afturat tær. Nei, ongin tekur nakað frá Elvis, Lady Gaga ella Abba. Men hvat hava vit í okkara egna sangskríni, kunnu vit spyrja.

Inntil víðari telur føroyska karaoke síðan á Youtube 31 sangir, men stigtakarin eggjar øðrum tónleikarum í Føroyum at leggja sínar sangir á síðuna.

- Hugskotið við hesi verkætlan er, at vit øll eisini kunnu syngja karaoke á okkara egna móðurmáli. Her er eitt klípi av mínum egnu sangum, Kular Røtur og Frændur. So langt røkkur orkan hesuferð. Men um sangglaðir føroyingar, tónasmiðir, útgávufeløg og stuðlar dáma konseptið, so verður úrvalið í framtíðini sjálvandi meiri umboðandi, spennandi og fjølbroytt.

- Ja, hvør veit ... Kanska verða fleiri hundrað sangir at velja ímillum næstu jól. Men hetta er eitt stig á leiðini.

Síðan kann síggjast HER