Nýggj føroysk fantasy bók verður løgd fram
Bókin er tann triðja í røðini, sum Elin Michelsen hevur skrivað
Fríðmundur Nattestad
14. mai 2024 kl. 11:45
Triðja og seinastu bókin í fantasyrøðini hjá Elini Michelsen er júst komin út. "Feigdarfræ" er endin av tríverkinum um huldugentuna Tóru og hennara stremban eftir at finna út av, hvør hon er.
Í hesum sambandi skipar Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri bókaframløgu á Reinsarínum í Havn.
Sanna Klein, bókmentafrøðingur, fer at práta við Elina um bókina, og ein tónleikaframførsla er eisini á skránni. Bókin verður til sølu fyri serprís og til ber at keypa sær okkurt kalt ella heitt at drekka. Høvið verður at hitta rithøvundin og fáa bókina signeraða.
Bókaframløgan í Reinsarínum er mikukvøldið 22. mai klokkan 19.
Tiltakið er alment og ókeypis.