Altjóða tøkniráðstevnan TONIK - sum Hugskotið, Íverksetarahúsið, Vinnuframi, Framtak og Uttanríkis- og vinnumálaráðið hava tikið stig til - varð fyri fyrstu ferð hildin í fjør. Tá varð ráðstevnan útseld við 600 luttakarum og tí var rættiliga stórt trýst á, eitt nú við at innskriva luttakarar til tiltakið. Fyriskipararnir av Tonik ynsktu tí at fáa eina meiri smidligari umsitingin av atgongumerkjunum til ráðstevnuna í 2024, og eisini at gera heildarupplivingina fyri luttakararnar enn betri.
Event appin Luttaka er ment av KT-fyritøkuni Flowcore, í tøttum samstarvið við Tonik toymið. Eisini hava lesandi á Setrinum verið við í menningini av appini. Ólavur Ellefsen, stjóri í Flowcore, greiðir frá. "Luttaka er fyrsta veruliga open source verkætlanin í Føroyum. Hetta merkir, at keldukotan er sjónlig fyri øll og at fólk úr øllum heiminum kunnu bøta um skipanina og menna nýggjar hentleikar. Millum tey, ið higartil hava hjálpt til við menningini av Luttaka, eru KT-verkfrøðilesandi á Fróðskaparsetrinum."
Fyriskipararnir av Tonik greiða frá, at tað eru fleiri fyrimunir við nýggju appini. Á Tonik ráðstevnuni verða heilir tríggir pallar við fyrilestrum, sum koyra so at siga í senn. Við appini kunnu luttakarar velja út teir fyrilestrar, ið teir ynskja at hoyra, og soleiðis gera sær sína egnu persónligu skrá. Eisini verða betur møguleikar at netverka, tí á appini sært tú hinir luttakararnar á Tonik, og hevur møguleika at seta teg í samband við teir á appini áðrenn tiltakið. Harumframt fer, sum nakað heilt serligt, at bera til at keypa list á uppboðsølu, beinleiðis á appini.
Longu nú hava fleiri luttakarar skrásett seg á appini og hetta fegnast fyriskipararnir av Tonik um.