Eftir aðalfundin hjá Yngri Læknar Føroyar, eru framdar broytingar í nevndini. Marnar Fríðheim Kristiansen, sum hevur verið formaður seinastu fýra árini, hevur takkað fyri seg, og Turið Jónleyg Rein tekur við postinum sum forkvinna í fakfelagnum.
Hini í nevndini eru: Aksel Kambsskarð Berg, næstformaður, Rebekka Blak, Billa foldbo, Bára Randrup, Barbara Eysturoy og Eyðbjørg Gaard.
Til aðalfundin bleiv semjan sum varð gjørd við Fíggjarmálaráðið um sáttmála fyri 2022-2025 eisini viðtikin.
Vit takka Ronju Midjord Mikkelsen, Sannu á Borg, Sólfríð Jacobsen og Marnari Fríðheim Kristiansen, sum steðgaðu í nevndini, fyri arbeiði tey hava gjørt í nevndini seinastu árini.
Tað er nokk hjá nýggju nevndini at taka í, við tí vaksandi trýstinum á heilsuverkið, og tí áhaldandi trýstið á arbeiðsumhvørvið hjá læknum, so er av stórum týdningi at hava eitt vakið og aktivt fakfelag.