;yndir: klaksvik.fo
Nýggj farstøð reist á Syrðadali
Seinnapartin í gjár var hátíðarhald á Syðradali, tá ið nýggja farstøðin bleiv reist
klaksvik.fo
7. mars 2024 kl. 14:36
Á røðaralistanum til hátíðarhaldið vóru Dennis Holm, landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Karl Johansen, borgarstjórin, Kjartan Hansen, stjóri í Kanjon, og Dan Sofus Hofgaard, deildarleiðari á Landsverk. Eftir tiltakið á havnarlagnum vóru gestirnir bodnir niðan í skúla á Syðradali, har bjóðað varð kaffi og ein biti.
Eingin ivi er um, at økta ferðafólkatalið á Kalsoynni hevur økt tørvin fyri, at ferðafólk hava eitt stað at vera í, meðan tey bíða eftir bátinum. Tí er hetta ein neyðug og spennandi værkætlan, sum eftir ætlan skal standa klár áðrenn summarið, og áðrenn ferðafólkastreymurin veruliga tekur dik á seg.