Nýggj brúgv løgd um Fjøruvegin á Glyvrum

Hóast Fjøruvegurin fer at bera nógva ferðslu, so fer bygdafólkið framvegis at hava møguleika uttan ampa at fara oman í støðna

Myndir: Tórbjørn Jacobsen
Jóannes Hansen
23. november 2023 kl. 11:21

Fyrri partur av verkætlanini við fjøruvegi av Glyvrum og út á havnarlagið í Runavík er komin undir land. Í løtuni verður arbeitt við samanbindingini við landsvegin á Glyvrum, har sum omankoyringin á Bakkafrost og bátahylin higartil hevur verið.

Fyri Runavíkar kommunu hevur tað verið týdningarmikið, at bygdafólkið framvegis hevði møguleika uttan ampa at fara til gongu oman í bátahylin. Tí hevur kommunan syrgt fyri, at brúgv er løgd um nýggja fjøruvegin - niðanfyri Glyvra skúla.

Í gjárkvøldið var nýggj brúgv løgd um Fjøruvegin, og í morgun sæst, hvussu nýggja bygdamyndin sær út.