Í heyst gav Bókadeild Føroya Lærarafelags út bókina Dinosauravinir – Eggið. Bókin fekk sera góða móttøku og varð skjótt útseld. Nú eru føroyskir dinosaurafjepparar hepnir, tí Bókadeildin gevur út framhald av bókini. Framhaldið kallast Dinosauravinir – Svimjikappingin.
Í framhaldinum lesa vit aftur um dinosaurin Rasmus Rex. Hann er á sandinum saman við allari familjuni og sínum besta vinmanni, Trygva. Rasmus dugir ikki so øgiliga væl at svimja, so tað er nokk so strævið, tá stóribeiggin, Regin, bjóðar Rasmusi og Trygva av í svimjikapping. Mamma Rex sigur, at eitt risastórt sjóskrímsl er í vatninum, og at teir ikki sleppa at svimja út til oynna. Hetta verður ein spennandi svimjikapping við nógvum nýggjum dinosauraupplivingum.
Kom við til Dinosauraríkið og hoyr eina spennandi og stuttliga søgu afturat um Rasmus og Trygva og allar hinar dinosaurarnar!
Lars Mæhle skrivaði, Lars Rudebjer myndprýddi, og Silja Aldudóttir týddi úr norskum. Bókin er innbundin, 45 síður og til børn, sum eru millum seks til nýggju ára gomul.