Prins Harry og prins William mistu mammu sína, prinsessu Dianu, í einum heilt ungum aldri. Orsaka av hesum, skuldi man trúð, at teir vóru tættir. Men hetta er langtfrá veruligu støðuni.
Báðir beiggjarnir hava gjøgnum longri tíð verið óvinir og ikki havt samband. Hetta byrjaði, tá ið húsarhaldið og hovið hjá teimum bleiv býtt sundur í tvey. Síðani tóku Harry og kona hansara Meghan Markle avgerð um, ikki longur at verða partur av bretska kongsríkinum.
Nýggja bókin, ið verður rópt “Battle of the Brothers”, lýsir stríðið millum báðir beiggjarnir. Skrivað hevur kendi rithøvundurin Robert Lacey.
Rithøvundurin hevur verið í samband við fleiri álítandi keldum í hovinum, og vísur á nógv viðurskiftir, ið førdu til stríðið. Millum annað førdi Meghan Markle nógvar ósemjur við sær. Bókin greiðir frá, at tað ikki bert var millum beiggjarnar, men í øllum tí tí kongaliga húsarhaldinum, at hon skaptið ósemjur. Hetta var byrjanin til allar ræðuleikarnir, og at Harry og Meghan Markle fóru úr enska kongaríkinum.
Bókin er ein tíðarlinja yvir stríðið frá byrjan til enda. Til ber at lesa eitt brot úr bókini í The Times.