Nýggir spælarar venja við KÍ
Teir báðir nýggju spælararnir í Klaksvík fara í kvøld at venja saman við liðfeløgunum
Jóannes Hansen
19. juni 2023 kl. 16:41
Nú er alt í lagi, og KÍ veit at siga, at teir báðir nýggju spælararnir, sum tað leingi hevur verið bíðað eftir, í kvøld fara at venja saman við nýggju liðfeløgunum í Klaksvík.
Annar spælarin er svenskur málverji, sum eitur Niels Jonatan Johansson. Hann er 31 ára gamal og 1,91 metur høgur. Higartil í ár hevur hann bara spælt amatørfótbólt.
Hin spælarin er Latis Issah Ahmed, sum KÍ fyri fleiri mánaðum síðani skrivaði undir sáttmála við. Hann er 20 ára gamal og ættaður úr Ghana, og hann er førur fyri at røkja øll plássini í vinstru.