Hetta var eitt gott punktum hjá føroyska landsliðnum í hesi EM undankappingini. Tað endaði 0-0 í albanska høvuðsstaðnum Tirana. Albania hevur spælt seg í EM endaspælið, og Albania hevði undan føroysku vitjanini vunnið allar heimadystirnar.
Í kvøld eydnaðist tað ikki Albania at vinna. Føroyar framdu fínt avrik – í verju og álopi – og fram ímóti dystarenda var spenningurin í heimabrotsteiginum, tá ið tað reið um snarið, at Føroyar skoraðu sigursmálið.
Hugburðurin var framúr, og tað var hugaligt at staðfesta, at spælarar, sum ikki hava átt serliga stóran leiklut í hesi kappingini, í kvøld vóru eyðsýndir. Her verður hugsað um Jóannes K. Danielsen á vongverjanum í høgru og Andrias Edmundsson í miðverjuni og eisini um Jákup B. Andreasen á miðvøllinum. Brandur Hendriksson Olsen var spælskipari, og serliga í seinna hálvleiki var tað friður og hugflog yvir framrættaða spælinum.
0-0 á útivølli ímóti Albania er ikki so galið. Tað er fínt úrslit eftir fínt avrik, og tað eigur at bera við sær, at tað er hugaligari at fara undir fyrireikingar til Nations League kappingina, sum bíðar í 2024. Hetta var fyrsta ferðin í hesi EM undankappingini, at tað ikki eydnast Albania á heimavølli at vinna fulla úrtøku.
Liðið var í 4-5-1 uppstilling, og føroyingarnir bjóðaðu av fremri á vøllinum, enn teir hava gjørt. Jóannes K. Danielsen hevur verið nógv á beinkinum. Síðstu ferðirnar hevur hann verið vongverji í høgru, og hann stóð seg væl. Andrias Edmundsson var brandur í miðverjini saman við álitismanninum Odmari Færø, og Viljormur Davidsen var vongverji í vinstru. Jákup B. Andreasen og René Shaki Joensen, sum eiga nógvar royndir við KÍ í Europa, vóru sentralir miðvallarar, Gunnar Vatnhamar var verjukendur miðvallari, og í borðunum vóru Jóannes Bjartalíð og Brandur Hendriksson Olsen, sum í Norra hava víst, at teir eru heilt væl fyri.
Jóan Símun Edmundsson, sum nú hevur rokkið 85 landsdystum og er 10 dystir frá metmanninum Fróða Benjaminsen, arbeiddi sum ein hestur í fremstu ódnini.
Tað var nógv meiri friður yvir fótbóltsspælinum, enn tað áður hevur verið, og serliga í 2. hálvleiki var føroyski liðið heilt nógv á bóltinum. Inntil Brandur H. Olsen noyddist skaddur av vøllinum.
Albania hevði onkrar málmøguleikar í 1. hálvleiki, men Mattias H. Lamhauge, sum eftir stóran hálvan tíma noyddist skaddur av vøllinum, og avloysarin Bárður á Reynatrøð vóru tryggir millum stólparnar.
Føroyar – Albania 0-0
Føroyar: Mattias H. Lamhauge (Bárður á Reynatrøð, 34.) – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Jóannes Bjartalíð, René Shaki Joensen, Gunnar Vatnhamar, Jákup B. Andreasen, Brandur Hendriksson Olsen (Sølvi Vatnhamar, 63.) – Jóan Símun Edmundsson (Pætur J. Petersen, 86.)
Á beinkinum: Bjarti Vitalis Mørk, Mads Bo Mikkelsen, Hanus Sørensen, Petur Knudsen, Klæmint A. Olsen, Hørður H. Askham, Adrian Justinussen, Ári Mohr Jónsson, Andrass Johansen