Ongi úrslit

Nýggj Epstein-teldubrøv

Trump er nevndur

Jóhanna Højgaard
8 tímar síðan

Demokratarnir í eftirlitsnevndini í tjóðartinginum hava fyri einari løtu síðani givið út trý nýggj teldubrøv frá deyða kynsbrotsmanninum Jeffrey Epstein.

Øll trý teldubrøv nevna amerikanska forsetan, Donald Trump. Hettar skrivar New York Times.

Í einum teldubrævi frá Epstein til unnustu sína, Ghislaine Maxwell, í 2011 skrivaði hann, at Trump var í nógvar tímar heima hjá sær saman við einum av ofrunum fyri menniskjahandili.

Í einum øðrum teldubrævi skrivar Epstein, at Trump visti um genturnar, og at Trump eisini segði við Maxwell, at hann skuldi steðga tí.

Jeffrey Epstein varð tikin í varðhald í 2019 í einum víðfevnandi máli um misnýtslu av ungum kvinnum og menniskjahandli. Hann gjørdi sjálvmorð í einum fongsli í New York sama ár.

Í 2008 var hann dømdur fyri at hava misnýtt ungar gentur til skøkjuvirksemi og varð skrásettur sum kynsligur brotsmaður. Hann sat 13 mánaða fongsulsrevsing fyri tað brotsverkið.

Donald Trump hevur staðiliga noktað, at hann hevur vitað um ella luttikið í ólógliga virkseminum hjá Epstein.

Men eftirlitsnevndin heldur, at nýggju teldubrøvini reisa spurningar um sambandið millum teir báðar ríkmenninar.

Hildin at hava sent kort til Epstein 

vil hoyra hvat Maxwell hevur at siga

Mest lisið hesa vikuna

Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldur burtur úr menningartarnaðum?

5. november kl. 23:58

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

8. november kl. 14:05

Heldur hægri barnafrádrátt enn bíligari frukt, grønmeti og blæur

6. november kl. 11:09

Ungdómar hava vandamikið spæl í Klaksvík

9. november kl. 09:31

Tunnilin hongur í leysari luft - kostar upp í 900 milliónir

6. november kl. 09:34