Nýggi Tórsbáturin flotaður

Nú vónar manningin, at teir leygardagin kunnu endurtaka bragdið frá Norðoyastevnu - hesuferð í rætta Tórsbátinum

Manningin á Tórsbátinum saman við nýggja bátinum, sum farna hósdag varð flotaður á fyrsta sinni
Fríðmundur Nattestad
12. juni 2024 kl. 18:45

Ársins fyrsti FM-róður var á skránni á Norðoyastevnu í Klaksvík leygardagin 1. juni. Hjá áttamannaførunum varð Gullbrandur fyrstur um málstrikuna. Men hóast báturin hevði sín eyðkenda grøna lit, so róði hann undir øðrum navni, nevniliga Tórsbáturin.

Tórsbáturin er nýggja áttamannafarið hjá Havnar Róðrarfelag. Spildurnýggi báturin, sum Sámal Hansen úr Runavík hevur bygt, gjørdist ikki klárur til Norðoyastevnuna, og tí róði manningin við Gullbrandi, sum Havnar Róðrarfelag hevði lánt frá kappróðrarfelagnum í Fuglafirði.

Hósdagin í farnu viku varð nýggi Tórsbáturin so flotaður á fyrsta sinni. Nógv fólk var savnað í Álakeri í Havn, at síggja nýggja áttamannafari verða flotað.


Leygardagin er Sundalagsstevna í Kollafirði, og tá er næsti FM-róðurin í ár á skránni. Tá vónar manningin á Tórsbátinum, at teir kunnu endurtaka bragdið frá Norðoyastevnu - hesuferð í rætta Tórsbátinum.

Manningin á Tórsbátinum hevur fyrr í ár meldað út, at teir fara eftir meistaraheitinum í ár. Les meira um tað her.