Nú skal svenski limaskapurin í Nato uppá pláss. Tað heldur nýggi svenski forsætisráðharrin Ulf Kristersson. Tað skrivar SVT.
Hann ætlar sær til Ankara í Turkalandi at hitta turkiska forsetan, Recep Erdogan, fyri at fundast um svensku Nato-lima umsóknina.
- Vit hava sent eitt signal til ta turkisku stjórnina um, at vit eru til reiðar at fara til Ankara beinanvegin. Eg ætli mær at gera tað, so skjótt sum tað liggur fyri hjá teimum, sigur Ulf Kristersson.
Harvið heldur nýggja stjórnin fram við arbeiðnum móti svenskum limaskapi í Nato, eins og undanfarna stjórnin eisini gjørdi.
Ulf Kristersson, sum er formaður í Moderata flokkinum, tók síðsta mánadag við sum nýggjur forsætisráðharri í Svøríki, eftir at Moderati flokkurin, Liberali flokkurin og Kristendemokratarnir boðaðu frá, at flokkarnir høvdu skipað stjórn.