Nýggi KÍ venjarin er eisini úr Norra

Norski Mads Kleiv verður tvey tey næstu árini venjari hjá fyrstu deild

Mynd: KÍ
Jóannes Hansen
18. desember 2023 kl. 15:57

Nú er tað greitt, hvør fer at venja fyrstu deild hjá KÍ. Tað hevur verið ein opin spurningur, síðani tað fyrr í heyst var greitt, at norski Daniel Berg Hestad ikki fer at halda fram í Klaksvík.

KÍ boðar í dag frá, at norski Mads Kleiv er maðurin, sum fer at venja liðið í 1. deild, og sum eisini verður partur av venjaratoyminum hjá Betri-monnum.

28 ára gamli norski venjarin Mads Kleiv skal venja fyrstu deild menn næstu tvey kappingarárini, og hann skal eisini vera partur av venjaratoyminum hjá Betri-monnum.

Norðmaðurin kemur til KÍ úr norska felagnum Tromsø IL, har hann hevur vant U19 og eykaliðið. Hann hevur UEFA B-útbúgving og BA í fótbóltsvenjing og leiðslu frá UCFB Wembley í London.

Mads Kleiv verður hjálparvenjari hjá Betri-monnum og skiftisvenjari, sum merkir, at hann fer at leggja stóran dent á ungu spælararnar í hópinum og tryggja teirra einstaklinga menning og eitt gott skifti frá ungdóms- til vaksnamannafótbólt.

Í akademinum verður Mads høvuðsvenjari hjá fyrstu deild við monnum, har uppgávan er at tryggja at liðið virkar sum eitt gott menningarlið hjá ungum, lokalum spælarum, soleiðis at teir kunnu fara úr ungdómsfótbóltinum og takað stigið upp í vaksnamannafótbólt í KÍ.

Harafturat verður Mads Kleiv partur av morgunvenjingunum og eyka venjingum.

Sáttmálin millum KÍ og Mads Kleiv varir kappingarárini 2024 og 2025, skrivar KÍ í dag.