Tað verður 42-ára gamli sviin Dalibor Savic, sum fer at hava ábyrgdina av HB restina av hesum kappingarárinum. Hann er longu byrjaður í starvinum í dag, og fer longu at hava ábyrgdina av liðnum mikukvøldið, tá HB og AB møtast í steypakappingini.
Men tað er víðfarin maður, sum HB nú hevur sett sum høvuðsvenjara. Fyri viku síðan varð hann uppsagdur í Dalkurd FF, ið spælir í næstbestu deildini í Svøríki, eftir at liðið hevði tapt fimm av seks dystum í hesum kappingarárinum.
Dalibor varð annars settur sum høvuðsvenjari hjá Dalkurd í januar í ár, men eitt snitt upp á 0,86 stig per dyst í seks dystum var ikki nóg mikið, sambært leiðsluni í felagnum, sum endaði samstarvið við svian
Við svenska miðilin Fotbollskanalen segði hann fyri viku síðan, at:
– Tað er altíð keðiligt at fara úr sínum starvi, tá ein hevur orkuna, styrkina og hugin at arbeiða víðari og royna at venda keðiligu gongdini. Samstundis er hetta er úrslitakend vinna, so eg skilji, at tað verður hugt mín veg, tá úrslitini ikki koma til høldar, segði hann við Fotbollskanalen.
Dalibor Savic varð eisini sagdur úr starvi í juli í fjør, tá hann stóð á odda fyri Vasalunds IF. Liðið var annars flutt upp í næstbestu deildina í Svøríki, men eftir keðiliga gongd, har Vasalunds IF lá á 14. plássi í summarhálvuni, valdi leiðslan at siga hann upp.
42-ára gamli sviin segði í samrøðu við Fotbollskanalen í síðstu viku, at hann hevur sett sær nøkur krøv, tá tað kemur til at velja eitt nýtt felag at venja fyri í framtíðini.
– Liðið skal hava eina langtíðarætlan, tol og eina ætlan fyri, hvussu mann byggir upp stig fyri stig, greiðir Savic frá og heldur, at vónirnar í bæði Vasalund og Dalkurd vóru ov høgar í mun til umstøðurnar.
– Mín næsta verkætlan skal vera soleiðis, at vónirnar skulu ganga hond í hond við umstøðurnar og dygdirnar, sum eru í leikarahópinum, segði Dalibor Savic við Fotbollskanalen í síðstu viku, og sum í dag hevur tikið yvir sum høvuðsvenjari í HB.
Fyriuttan Dalkurd og Vasalund, so hevur Dalibor Savic eisini havt venjarastørv í Brommapojkarna og Syrianska. Hetta eru øll svensk lið.