Fyrr í vikuni varð tað endaliga staðfest, at bretski vinnulívsmaðurin og milliardingurin, Sir Jim Ratcliffe, og felag hansara, Ineos, hava keypt 27,7 prosent av Manchester United.
Hinir eigararnir í felagnum - amerikanska Glazer familjan - hava verið undir stórum trýsti frá Manchester United fjepparum, líka síðani yvirtøkuna av felagnum í 2005. Glazer familjan hevur verið fyri sera hørðum atfinningum, millum annað fyri at raðfesta fíggjarligan vinning framum ítróttarlig úrslit.
Manchester United hevur ikki vunnið enska meistaraheitið síðani 2013, og síðani tá hevur felagið ongantíð veruliga bjóðað av um meistaraheitið.
Í samband við yvirtøkuna hjá Ratcliffe, hevur MUTV, sjónvarpsrásin hjá Manchester United, gjørt eina longri samrøðu við nýggja eigaran. Her sigur Ratcliffe, sum hevur verið Manchester United fjeppari síðani hann var smádrongur, at hetta ikki er ein fíggjarlig íløga. Hann slær fast, at hansara einasta motiv, er at fáa felagið aftur á ovastu rók ítróttarliga.
- Manchester United skal aftur vera eitt felag, sum hvørt ár kappast um enska meistaraheitið og Champions League steypið, sigur Sir Jim Ratcliffe í samrøðu við MUTV.