Nýggi Christian í Grótinum verður eitt tøkniligt framkomið skip

Talan verður um eitt sera framkomið skip, tá nýggi Christian í Grótinum kemur í flotan fyrsta mánaðin í 2022. Ein køliskipan, sum vit ikki hava sæð áður í Føroyum, verður tikin í brúk, hædd verður tikin fyri larmi og so er pláss gjørt til ein battarímotor, verður tað aktuelt í framtíðini

Sigurjón Einarsson
16. apríl 2021 kl. 16:41

Nýggi Christian í Grótinum verður eitt tøkniligt framkomið uppisjóvarskip, tá tað kemur í føroyska flotan. Tað er bygt við atlitið til ljóðdálkan og umhvørvið.

Eisini er hædd tikið fyri at skipið kann móttaka landstreym. Verður nøktandi landstreymur ikki tøkur við bryggjukantin, hevur skipið møguleika at liggja við egnum havnageneratori. Hetta fyri at skipið verður so ljóðleyst sum møguligt.

Og so hevur partafelagið Christian í Grótinum valt eina – í føroyskum eygum - øðrvísi køliskipan til motorin, tí vit hava ikki sæð tílíka køliskipan til motorin her á landi áður. Talan er um eina køliskipan, sum situr á skrokkinum undir maskinrúminumm, beint við høvuðsmotorin, og brúkar sjógv at køla høvuðsmotorin við – uttan at taka pláss í maskinrúminum.

- Við nýggju køliskipanini vóna vit, at vit sleppa undan, at skipið – í tíð og ótíð – verður tikið úr nýtslu og skal í dokk, tá køliskipanin skal reinsast ella umvælast. Vit hava havt ávísar avbjóðingar við vanligum køliskipanum, so vónandi fer hetta at gera at vit kunnu hava ein meira gagnligan rakstur, sigur Bogi Rasmussen, sum er skipari á Christian í Grótinum, og samstundis hevur eftirlit við byggingini av nýggja skipinum.  

Hann vísur á, at við at brúka hesa skipan, so gevur hendan loysnin eisini eina størri orkusparing enn aðrar loysnir. Úrslitið verður minni orkunýtsla, minni útlát og lægri rakstrarkostnaður fyri reiðaríið, har dentur verður lagdur á tað burðardygga við at hava minst møguligt útlát fyri hvørt kilo av fiski, sum skipið fiskar, sigur Bogi Rasmussen.

Sniðið á skrokkinum ger, at hann gevur minst møguliga mótstøðu undir sigling. Motorurin, Wärtsila 31, er tann mest orkusparandi á marknaðinum. Motorurin hevur katalysator (SCR) fyri at minka um útlátið, og lýkur hann IMO Tier III-krøvini. Avlopshitin frá motorinum verður brúktur til upphiting.

Nýggja skipið fer at hava elektrisk spøl og fiskapumpur, ið krevja minni orku enn hydraulikkspøl, sum fæst til vega soleiðis at ravmagn verður framleiddur, tá trolið verður skotið.

- Og so er hædd tikin fyri broytingum í vinnuni, fara skip yvir at verða battarírikin í framtíðini, tí pláss er gjørt til ein battarímotor, um tað verður høvuðskeldan til orku í framtíðini, sigur Bogi Rasmussen.

Skrokkurin til nýggja Christian í Grótinum verður gjørdur hjá Karstensen Skipasmiðjuni í Gdynia í Pólandi, og síðani verður tað samlað á Karstensens Skibsværft A/S í Skagen.

Nýggi Christian í Grótinum verður 89,35 metrar langt og 17 metrar breitt, og verður eftir ætlan latið eigarunum í januar 2022.

Prísurin verður umleið 300 milliónir krónur, tá skipið er liðugt.