Nýggi 07 Vestur venjarin er norðmaður

Hann hevur áður verið venjari í næstbestu norsku deildini, har hann hevur verið venjari hjá føroyskum spælarum

Mynd: 07 Vestur
Jóannes Hansen
1. desember 2023 kl. 17:54

07 Vestur skrivar soleiðis í kvøld:

Enn einaferð er 07 Vestur farið eystur um hav til Noregs eftir nýggjum venjara. Tað var umráðandi at finna ein venjara, sum hóskar til framtíðarætlaninar hjá felagnum. Eisini skal hann hóska saman við verandi venjarahópi sum eitt sterkt grundarlag undir víðari menning. Tí hevur felagið brúkt ta tíð, sum krevst, fyri at finna rætta venjaran.

Nýggi venjarin eitur Steffen Landro. Steffen er 38 ára gamal. Hóast ungur hevur hann drúgvar royndir sum venjari. Hann var venjari sum 22 ára gamal og byrjaði sína yrkisleið sum hjálparvenjari hjá Nest-Sotra í 2015 sum 30 ára gamal saman við Ruben Hetlevig sum høvuðsvenjara. Sum ein áhugaverd síðusøga kann nevnast, at hetta var eftir, at Michael Schønberg var uppsagdur í felagnum.

Í 2017 bleiv hann settur sum høvuðsvenjari hjá Nest-Sotra. Longu í 2018 bleiv hann kosin sum ársins venjari í OBOS-deildini. Dómsnevndin nevndi hesar orsøkir til kjósingina: Landro er en unorsk træner som tør å tenke utenfor boksen. Hann er veldig spennende trener som også tør å melde litt.

Sum venjari hevur hann staðið á odda fyri Ullensaker/Kisa, Sandnes Ulf og Nest-Sotra IL. Í Sandnes Ulf var hann venjari hjá Ára Mohr Jónsson. Vit kenna eisini til Gullbrand í Horni haðani.

Steffen hevur nú valt at koma og standa á odda fyri 07 vestur saman við okkara venjaratoymi, har Tór Ingar Akselsen er hjálparvenjari, Rógvi Nónsgjógv Poulsen er kropsligur venjari, Ivan Stojkovic er málmansvenjari og Abraham Løkin er høvuðsungdómsvenjari. Hesir hava gjørt eitt ótrúliga gott arbeiði frammanundan í felagnum, so Steffen skal ikki byrja á berum.

Steffen sigur sjálvur, at hann ætlar at byggja víðari á tað góða arbeiðið, felagið hevur gjørt seinnu árini og gleðir seg til at fara undir at flyta felagið enn longur fram á leið.

Steffen hevur skrivað undir ein tvey ára sáttmála við 07 Vestur og kemur til landið 4. januar, skrivar 07 Vestur í kvøld.