Tað hevur verið val í Ný Sælandi, og fram móti valinum varð róð framundir, at tað var ivasamt, um Jacinda Ardern, forsætisráðharri, fór at klára at halda fast í valdinum.
Men nú valið er uppgjørt, er allur ivi ikki bara burtur; hann er sópaður av borðinum.
Tí talan gjørdist í roynd og veru um eitt søguligt val.
Valið endaði við, at Arbeiðaraflokkurin, sum Jacinda Ardern er leiðari fyri, vann stórsigur. Tann størsta hjá flokkinum tey seinastu 50 árini, og hann er so stórur, at Jacinda Ardern og Arbeiðaraflokkurin nú einsamøll hava meirilutan í parlamentinum.
Tað er ikki hent síðan 1996, at ein flokkur í Ný Sælendska tinginum einsamallur hevur havt meirilutan, og so kann tað eisini leggjast afturat, at valsigurin hjá Jacinda Ardern er tann størsti síðan 1946. Tað vil siga, at hetta er størsti valsigur í 74 ár.
Undan valinum var støðan tann, at Arbeiðaraflokkurin hevði 46 sessir, Tjóðskaparflokkurin hevði 55, Ný Sæland Fyrst hevði níggju, Grøni flokkurin hevði átta og ACT Ný Sæland hevði ein sess.
Nú valið er uppgjørt hevur Arbeiðaraflokkurin fingið 19 sessir afturat, so hann nú hevur 65, Tjóðskaparflokkurin hevur mist 21 og endaði á 34, Grøni flokkurin fekk tveir afturat og hevur nú tíggju, sum er tað sama, sum ACT Ný Sæland hevur. Men hann hevði bara ein áðrenn, so ACT hevur veruliga gjørt eitt hál og fingið nýggju sessir afturat. Stóri taparin av valinum gjørdist NZ First, sum misti allar sínar níggju sessir í parlamentinum.
Í eini røðu í býarhøllini í Auckland takkaði Ardern tjóðini fyri stóru undirtøkuna. Hon segði, at val ikki nýtast at loypa split í, og lovaði at stjórna í samstarvi og í positivum anda, og legði afturat, at Ný Sæland kann vera eitt dømi um, at val ikki nýtast at hava við sær, at fólk skræða hvønn annan sundur.
- Heimurin gerst alsamt meira polariseraður og fólk hava størri og størri trupulleikar við at góðtaka at onnur hava eitt annað sjónarmið enn tey sjálvi. Eg vóni, at Ný Sæland við hesum valinum hevur prógvað, at soleiðis eru vit ikki. At vit sum tjóð kunnu lurta og vit kunnu kjakast. Tá til stykkis kemur eru vit ov smá til ikki at síggja sjónarhornið hjá øðrum. Val savna tíverri ikki altíð fólk, men tað er ikki neyðugt at tey loypa split í, segði Jacinda Ardern sambært The Guardian.
Hon legði afturat, at Ný Sæland hevur prógvað hetta í krepputíð.
- Hetta hevur ikki verið eitt vanligt val og vit liva ikki í einari vanligari tíð. Tíðin er full av ótryggleika og ótta – og vit skul vera móteiturið móti tí, segði Jacinda Ardern í takkarrøðuni.
Við úrslitinum fer hon nú undir sítt næsta skeið sum stjórnarleiðari í Ný Sælandi.