Ætlar tú tær til Ný Sælands, tá tað aftur fer at bera til hjá útlendskum ferðandi, so mást tú lata teg koppseta.
Tað eru boðini, sum stjórnin hevur givið, nú tað verður arbeitt við at lata mørkini uppaftur.
Ný Sæland er eitt av teimum londunum, sum hevur havt strangar koronureglur, og tað hevur millum annað havt við sær, at útlendsk ferðafólk als ikki eru sloppin til oyggjalandið. Men nú er kósin sett ímóti at lata samfelagið uppaftur, men tað verður so við tí kravi, at skulu útlendingar inn í landi, so skulu tey vera fult koppsett.
Tað hevur Chris Hipkins, ráðharri við ábyrgd fyri stríðnum ímóti korona, boðað frá í dag.
Reglarnir koma longu í gildi frá byrjanini av næsta mánað, og sambært ráðharranum er tað fyri at verja íbúgvarnar og samfelagið.
Koppsetingarkrøvini galda ikki fyri egnar borgarar, flóttafólk, ung undir 17 ella persónar, sum av einari ella aðrari heilsuligari orsøk ikki kunnu lata seg koppseta.
Ný Sæland var eitt av teimum fyrstu londunum í heiminum, sum gjørdi av at stongja mørkini, og landið er framvegis stongt. Og tað hevur eydnast at halda koronuávirkanini úti, tí hóast tað búgva um fimm milliónir fólk í Ný Sælandi, eru bara 27 fólk deyð við korona. Til samanberingar eru 2.663 fólk deyð í Danmark, har tað eisini búgva gott og slakar seks milliónir fólk.