Jensen Huang, forstjóri í Nvidia
Nvidia virðismiklasta fyritøka í heiminum
Amerikanski chipframleiðarin hevur sostatt yvirhálað Microsoft.
Rúni Korsgaard
18. juni 2024 kl. 22:15
Í dag um 18 tíðina okkara tið stóð Nvidia-partabrævið at hækka við 3,4 %. Hetta betíður, at børsvirðið hjá fyritøkuni er uppi á 3332 mia. $.
Á top 5-listanum yvir heimsins virðismiklastu fyritøkur liggja annars Microsoft, Apple, Alphabet, sum er eigari av Google, og Amazon.
Sbrt. MarketWire.dk, er Nvidia-partabrævið hækkað áleið 165 % í ár. Sostatt er børsvirðið hjá fyritøkuni vaksið við áleið 2000 mia. $, sum er knappar 13.900 mia. kr.
Ein stórur partur av framgongdini hjá Nvidia er, at fyritøkan framleiðir microchippar, sum verða brúktir til at venja vitlíkis-frymlar. Sostatt hevur tann økta nýtslan av vitlíki seinastu árini gagnað Nvidia avbera væl.