Jensen Huang, forstjóri í Nvidia
Nvidia er aftur heimsins virðismiklasta fyritøka
Tað eru nógvar tøkni-fyritøkur millum heimsins mest virðismiklu. Vitlíki og vónir um tess vøkstur hava skapt nógva virðisøking seinastu árini, og serliga Nvidia hevur stóran ágóða av hesum.
Halgir Winther Nagata
8. november 2024 kl. 14:26
Nvidia er ein fyritøka sum ger sokallaði GPU mikrokips, sum verða brúkt til at venja og reka vitlíki myndlar. Stóra nýtslan og økti áhugin í vitlíki hevur tí skumpað Nvidia upp í nýggjar hæddir.
Nvidia tók fyrr í ár plássið sum heimsins mest virðismikla fyritøka, men bleiv yvirhálað aftur eftir ein einkultan dag. Í skrivandi stund hevur hon ligið ovast síðani týsdagin, skrivar Bloomberg.
Tær fimm mest virðismiklu fyritøkurnar eru í løtuni ávikavist Nvidia, Apple, Microsoft, Alphabet (Google), og Amazon.