Samgongan hevur samtykt at lækka ríkisveitingina úr Danmark 25 milliónir um árið. Tað stendur í samgonguskjalinum, og tað varð gjørt bæði í fjør og í ár.
Men í samgonguskjalinum stendur eisini, at broytist búskaparliga støðan, og vøksturin verður negativur, verður ætlanin endurskoðað.
Og nú Vil Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, hava at vita, hvat løgmaður nú ætlar at gera við tað.
Tí vil hann hava Aksel V. Johannesen, løgmann, at greið frá um hann halda fast um semjuna at skerja ríkisveitingina, hóast búskaparstøðan er munandi broytt.
Hann vísir til nýggju frágreiðingin hjá Búskaparráðnum, sum kom mánadagin, og har tað verður staðfestir, at føroyski búskapurin er undir trýsti, og at tað er neyðugt at seta tiltøk í verk, bæði fyri at hækka inntøkurnar og lækka útreiðslusíðurnar.
– Búskaparráðið vísir á, at tann stóri vøksturin, sum hevur verið í búskapinum, er minkaður munandi. Vøksturin hevur upp ímóti 10 prosent, men nú er hann bara trý prosent. Samstundis eru prísirnir hækkaðir munandi, og alt tað kundi bent á, at føroyski búskapinum ikki veksur longir, men at kann minkar.
– Í samgonguskjalinum stendur, at broytist búskaparstøðan munandi, skal ætlanin at skerja ríkisveitingina endurskoðast - og tað merkir helst, at skerjingin skal strikast, sigur formaðurin í Sambamdsflokkinum.
Bárður á Steig Nielsen sigur, at við skerjingunum hesi seinastu tvey árini eru 75 milliónir í inntøkum tiknar úr føroyska búskapinum, og heldur ætlanin hjá samgonguni fram, verða 250 milliónir færri til vælferðina, bara heilsuverk, almannaverk, skúlaverk, og annað.
At skerja inntøkurnar 25 milliónir er á leið tað sama, landskassin sparir við at hækka pensjónsaldurin eitt ár, ella, hvat tað kostar at geva barnafamiljum 2.000 krónur í skattalætta. Tað er eisini tað saman sum tað kostar at hækka lestrarstuðulin 1.000 krónur frá 1. august í ár.
– Nú búskaparútlitini eru broytt munandi, og harður lútur skal til fyri at fáa javnvág á landsins fíggjarlóg, kundi væntast at løgmaður tók um endan og kravdi, at ongar inntøkur skulu skerjast, tí tað gongur út yvir vælferðina í Føroyum, sigur Bárður á Steig Nielsen.