Tað er eingin ivi um, at verkfallið fer at verða hert, nú hendan seinasta royndin hjá semingsmanninum at finna semju, miseydnaðist í gjár.
Tað sigur Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag. Hann sigur at ein bólkur situr og viðgerð støðuna og tey viðgera eisini, hvussu verkfallið skal herðast.
Tí vil hann einki siga um tað, men talan verður helst bæði um at seta tiltøk í verk og at taka onkur undantaksloyvi aftur.
Fyrsta stigið tótu tey í morgun, tá verkfalsvaktir vóru uppi á Hjalla og forðaðu tveimum byggifyritøkum, Articon og J&K Petersen, at arbeiða. Tað eydnaðist væl. Ein betongbilur varð fyltur við betongi, men hann slapp ikki av blandistøðini.
Tað eru nakrar fyritøkur, sum royna at máa støðið undan verkfallinum við at fáa fólk, sum ikki eru í fakfelag, og fólk úr øðrum fakfeløgum, at gera arbeiði, sum annars er á okkara øki, sigur Heri Reynheim.
Hann sigur, at hetta settu tey ein stoppara fyri í morgun hjá tveimum fyritøkum.
Løgreglan var á staðnum, men tað gekk alt friðarliga fyri seg og løgreglan gjørdi ikki meiri við málið. Heri Reynheim tekur tað sum eitt tekin um, at arbeiðarafeløgini eru á rættari leið og at arbeiðsgevarar ikki kláraðu at grundgeva fyri, hví løgreglan skuldi hjálpa teimum at halda fram.
Nú tað ikki eydnaðist at fáa partarnar at semjast á hesum sinni, eru tað nógv, sum stúra fyri, at verkfallið verður drúgvt.
Heri Reynheim ásannar, at tað kann tað verða. Men hann sigur eisini, at tað kann enda í dag.
– Verkfallið er eitt úrslit av, at arbeiðsgevararnir komu til samráðingar við einum tilboði, sum ikki kann takast í álvara, sum hann málber seg
– Arbeiðsgevararnir kunnu eisini enda verkfallið í dag, tí tað er bara at taka telefonina og koma til samráðingar við einum uppleggi, sum kann takast í álvara, leggur hann afturat.