Nú verður uppskot um gongd í haganum lagt fyri Løgtingið

Tað er ikki eitt uppskot um gongd í haganum, men um eina skipaða, burðardygga ferðavinnu, har spurningurin um gongd í haganum eisini er við

Áki Bertholdsen
25. januar 2024 kl. 14:10

Nú verður eitt uppskot um gongd í haganum lagt fyri Løgtingið. Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum.

Málið um rættin til at fara í hagan, er eitt mál, sum hevur ligið og gnagar í fleiri ár, uttan at tað hevur eydnast nøkrum at loysa tað.

Fleiri av teimum seinastu landsstýrisfólkunum hava roynt at finna eina loysn, men øll hava givið skarvin yvir, tí ósemjan ímillum ferðavinnuna og tey, sum varða av jørðini, er so stór.

Eisini núverandi landsstýrismaður, Høgni Hoydal, hevur lovað at loyst málið. Hann skuldi loysa tað seinasta heyst, men tað eydnaðist ikki. So skuldi tað vera til jóla, men tað lukkaðist heldur ikki.

Nú vil Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hava at vita, nær ein loysn er væntandi. Og Høgni Hoydal sigur, at nú er eitt uppskot liðugt og hesa vikuna verður tað sent avvarðandi pørtum til viðmerkingar, áðrenn tað verður lagt fyri Løgtingið.

Høgni Hoydal sigur, at hetta er ikki eitt uppskot um gongd í haganum, men um eitt uppskot um eina skipaða, burðardygga ferðavinnu - har spurningurin um gongd í haganum er ein partur.

Tingfólk eru kunnað og Jørgen Niclasen hevur skilt tað soleiðis, at ætlanin er at leggja ein serligan ferðavinnuskatt á ferðafólk og so skulu tey fáa loyvi at fara í hagan.

Tað hevði Høgni Hoydal onga viðmerking til.

Bæði Jørgen Niclasen, og partamaðurin, Jacob Vestergaard staðfesta, at ognarrætturin er heilagur og tí er tað bara eigararnir, sum kunnu gera av, hvussu teir skipa sína egnu ogn, og atgongdina til hana.

Høgni Hoydal sigur, at hetta er eitt uppskot, summi fara at vera ónøgd við, men hann væntar kortini, at tað fer at fáa góða undirtøku.

Johan Dahl leggur dent á, at tað er avgerandi at ferðavinnan fær tryggar karmar og tí vónar hann, at talan verður um eina loysn, sum fer at fáa so góða undirtøku, at alt ikki verður endavent aftur tá ið ein onnur samgonga fær valdið.

Høgni Hoydal sigur, at hetta er eitt uppskot har hugsað verður um bøndur og jarðareigarar og at tað skal bera til at skapa vinning kring landið.

Men hann sigur, at endamálið er at skipa eina ferðavinnu, sum ikki byggir á hópferðavinnu, men sum byggir á okkara egna veruleikar.

Hann sigur, at eftir uppskotinum fer ferðavinnan eisini at verða ein gyltur inntøkumøguleiki hjá teimum, sum varða av jørðina.