Nú er klárt at taka nýggja sambýlið, Reynstún, á Argjum í nýtslu, og í hesum sambandi verður almenn móttøka á sambýlinum mánadagin, har tað ber til at síggja, hvussu tað sær út.
Á skránni verða røður og sangframførsla. Ein góður drekkamunnur verður eisini at fáa.
Sambýlið er til fólk við menningartarni og fjølbreki sum hava brúk fyri røkt allan sólarkringin. Í nýggja sambýlinum er pláss fyri 18 fólkum at búgva.
Tey, sum fara at búgva har, skulu føla seg væl í heimligum og tryggum umhvørvi og sambýlið skal eisini, á natúrligan hátt, verða ein sjónligur partur av grannalagnum, sum tað stendur í.
Sambýlið skal vera sum eitt heim og ikki ein stovnur og tí er tað býtt í eindir, og einstøku eindirnar skulu ikki órógva hvørja aðra.
Tað er tí at fólk við menningartarni og fjølbreki eru sera ymisk og hava hvør sín serstaka tørv og nýggja sambýlið skal rúma øllum tí.
Bygningurin er býttur upp í tvær eindir við bústøðum og so er eisini ein felagseind. Hvør bústaðareind er í tveimum bólkum við ávikavist fýra og fimm húsfólkum, sum hava sína egnu íbúð við felags køki og stovu.
Í felagseindini verða hentleikar til báðar búeindirnar, og har verða sansarúm, goymslur og starvsfólkahøli.