Nú verður tað skorið út í papp at hetta verður forboðið í Føroyum

Tey eru alt ov vandamikil, heldur landsstýrismaðurin í ferðslumálum

Soleiðis sá út tá ið el-rennihjól vóru at síggja í havnargøtum. Her eru tvey fólk á einum hjóli
Áki Bertholdsen
13. mars 2024 kl. 13:24

Nú verða elektrisk rennihjól forboðin í Føroyum. Tað er ein partur av einum uppskoti, Dennis Holm, landsstýrismaður í ferðslumálum, nú hevur lagt fyri Løgtingið. 

Spurningurin um el-rikin rennihjól eru forboðin ella ikki, er til viðgerar í landsrættinum. Men nú bindur landsstýrismaðurin um heilan fingur og vil hava Løgtingið at skera út í papp, at tey eru ólóglig í Føroyum.  

Orsøkin er fyrst og fremst, at tað verður ikki mett, at el-rennihjól eru egnað til vegirnr í Føroyum, tí hendur nakað, verður tað tey, sum koyra á el-rennihjóli, sum verða. Tey veiku.

Ein roynd varð gjørd at fáa el rennihjól í Føroyum og eitt stutt skifti vóru 50 elekrisk rennihjól í brúki í Føroyum. 

Tað varð steðgað, men nú er málið endað í landsrættinum, sum ikki hevur tikið støðu til, um tey eru lóglig ella ikki. Men nú skal tað so beinleiðis staðfestast við lóg, at tey skulu verða forboðin í Føroyum.

Dennis Holm sigur, at tá ið el-rennihjólini vóru í Føroyum vísti tað seg, at tað í høvuðsheitum vóru børn og ung, heilt niður í 12-13 ára aldur, sum koyrdu á el-rennihjólunum. Og ofta vóru tvey á sama el- rennihjóli úti í ferðsluni, har bæði bilar, bussar og lastbilar koyra samstundis á somu breyt. 

– El-rennihjólini kunnu koyra upp til 25 kilometrar um tíman. Men tey eru óstøðug, tí hjólini eru so smá. Harnæst eru el-rennihjólini lítil og síggjast tí illa í ferðsluni. 

Endamálið við ferðslulógini er, at ongin skal doyggja ella fáa álvarsligt mein av ferðsluvanlukku. 

Verður nýtslan av el-rennihjólum ikki bannað, er tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn vit síggja álvarsomu avleiðingarnar av vandamiklu nýtsluni, heldur landsstýrismaðurin.