Nú nærkast í hvørjum, og leygardagin 25. novembur, klokkan 15.30, verður tað, at jólatræið á Vaglinum verður tendrað. Aftur í ár er jólatræið ein gáva frá býráðnum í Reykjavík
Enn er kki heilt greitt, nær hini jólatrøini í Tórshavnar kommunu tendrað.
Aftur í ár koma jólamennirnir á vitjan og við góðari hjálp frá børnunum á Vaglinum fara teir at tendra jólatræið.
Tiltakið Barnajól verður leygardagin 2. desember. Hetta er eitt tiltak, sum Margarinfabrikkin skipar fyri.
Leygardagin 9. desember kemur jólaskipið inn á Vágsbotn við øllum jólamonnunum og við sær hava teir sjálvandi eina rúgvu av karamellum.
Jólabýurin letur uppaftur í ár. Hurðarnar vera ólæstar, og øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið og síggja jólaprýddu smátturnar, sum skótarnir í KFUK hava pyntað. Eisini koma jólamenn í býin á súkklu. Hetta verður sunnudagin 17. desembur.
Afturat hesum kann nevnast, at jólavikuna, tað vil siga seinastu vikuna upp undir jólaaftan verður nógvur tónleikur í býnum og sjálvandi eisini jólamenn við karamellum. Samstundis hava handlarnir í býnum, og SMS, opið leingi.
Somuleiðis vera sølubásar í Betri garðinum og á Vaglinum, har kakao og annað gott, verður at fáa. Vakri pallurin verður eisini at síggja í Tinghúsgarðinum við fleiri forvitnisligum framførslum í jólamánaðinum.