Nú verður tað: Í næstu viku fellur avgerðin um samstarvið við Russarar

Nú er landsstýrið til reiðar at leggja málið fram

Áki Bertholdsen
2. november 2023 kl. 14:50

Nú verður tað loksins, at vit fáa eina avgerð um okkara framtíðar samstarv við Russarar.

Landsstýrið hevur ligið á málinum síðani samgongan kom í eygað fyri einum góðum ári síðani, men avgerðin hevur drigið út.

Men nú er viðgerðin í Landsstýrinum liðug og málið verður lagt fyri Uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum.

Uttanlandsnevndin er kallað saman til fundar 7. novembur, tað er týsdagin, at viðgera málið.

Har fara bæði Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanlandsmálum, at greiða frá støðuni hjá landsstýrinum, áðrenn uttanlandsnevndin kemur til eina niðurstøðu.

Nógv hevur verið gitt um úrslitið, men tey flestu vilja vera við, at landsstýrið ætlar, at fiskiveiðisamstarvið fer at halda fram næsta ár - eisini tí at nú er so langt útliðið, at tað er ov seint at hugsa um aðrar møguleikar til skipini, sum plaga at fiska í russiska partinum av Barentshavinum,

Onglendingar vilja hava føroyingar at nokta russiskum skipum inn í felagsøkið sunnan fyri Føroyar. Onglendingar hava at kalla hótt føroyingar, at gera vit ikki tað, fer tað at fáa avleiðingar fyri framtíðar samstarvð ímillum Føroyar og Ongland.