Ongi úrslit

Nú verður tað finala í Kroatia

Fína avrikið og heimasigurin ímóti Kekkia ber við sær, at Føroyar í næsta mánað kunnu spæla seg í HM-endaspælið

Jonhard Hammer
12. oktober 2025 kl. 19:19

Tað verður neyvan til veruleika, at Føroyar fara at vinna seg í HM-endaspælið. Men eftir heimasigurin ímóti Kekkia í kvøld, so er ein lítil møguleiki har.

14. november fara føroysku spælararnir í Kroatia at spæla fyri at vera við í endaspælinum næsta summar.

Undir øllum umstøðum er tað greitt, at Føroyar fara at enda framman fyri Montenegro, og spurningurin er, um tað fer at eydnast at taka Kekkia, sum í løtuni hevur 13 stig, sum bert er eittans stig meira enn Føroyar, ið nú hava 12 stig.

– Hetta er ógvuliga stórt, og spælararnir hava alt rós uppiborið fyri avrikið bæði í kvøld og hóskvøldið. Skipanin varð varðveitt alla tíðina, og hóast vit vóru kroystir, og teir javnaðu, so eydnaðist tað at fara í skjót mótálop, tá ið nýggir spælarar vórðu skiftir inn, sigur Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari, og hann heldur fram:

– Eg kann nevna allar spælararnar. Mattias í málinum, Odmar, Gunnar og Andrias í miðverjuni, Jóannes og Voljormur á vongverjunum, Géza og Brandur á sentrala miðvøllinum, Árni og Hanus í síðunum og Jóan Símun sum fremsti maður. Og so ikki at gloyma teir, sum vórðu skiftir inn og megnaðu at lyfta liðið. Talan er fyrst og fremst um liðavrik, og tað er allur hópurin, sum vinnur henda framúr flotta sigurin, sigur Eyðun avgjørdur.

Kroatia hevur eitt stig meira enn Føroyar. Klokkan 19.45 spælir Kroatia á heimavølli ímóti Gibraltar. Undan tí dystinum hevur Kroatia spælt fimm dystir, meðan Føroyar og Kekkia hava spælt sjey dystir.

 Føroyar-Kekkia: 2-1 (0-0)

1-0: Hanus Sørensen 67.

1-1: Adam Karabec 78.

2-1: Martin Agnarsson 81.

Dómarabólkur úr Italia: Andrea Colombo, Giovanni Baccini, Davide Imperiale og Luca Pairetto (4. dómari)

Føroyar: Mattias H. Lamhauge – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Árni Frederiksberg (Jóannes Bjartalíð, 80.), Géza Dávid Turi (Noah Mnenéy, 85.), Brandur H. Olsen (Jákup B. Andreasen, 55.), Hanus Sørensen (Martin Agnarsson, 80.) – Jóan Símun Edmundsson (Meinhard E. Olsen, 55.)

Á beinkinum: Bjarti Vitalis Mørk, Bárður á Reynatrøð, Arnbjørn Svensson, Páll Andrasson Klettskarð, Adrian Justinussen, Petur Knudsen, Jann Julin Benjaminsen

Gul kort: Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen, Jóannes K. Danielsen

Venjari: Eyðun Klakstein

Hjálparvenjari: Atli Gregersen

Mest lisið hesa vikuna

Tinglimir slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

28. desember 2025 kl. 22:00

Ein muslimskur depil er ein miðil til innflyting av islam

Í gjár kl. 14:02

Nú bleiv brádliga púra lógligt at skjóta fýrverk í kvøld

30. desember 2025 kl. 15:38

Átta bilførarar tiknir á sama vegastrekki

27. desember 2025 kl. 09:48

Skumpaðar umkoll av kongaligum lívverja

4 tímar síðan

Summa staðni í landinum er best at framskunda nýggjárshaldið til í kvøld

30. desember 2025 kl. 10:08