Nú verður SMS selt til Íslands

Íslendingar keypa allan partapeningin í SMS, og stjórin sigur, at tað verður ein stórur fyrimunur

Áki Bertholdsen
22. oktober 2024 kl. 11:19

Nú verður størsta handilsketa í Føroyum, SMS, selt til Íslands. SMS fevnir uim handlarnar í SMS, umframt Miklagarð, Bónus og Mylnurnar, og sølan til íslendingar fer at bøta um møguleikarnar at menna virksemið og økja vøruúrvalið, sigur SMS.

Tað er stóra íslendska samtakið, Hagar hf, sum keypur partapeningin í SMS. Frammanundan hevur Hagar íslendsku Bónus-ketuna, oljufelagið Olís við 70 bensinstøðum, klædnahandilsketuna Zara, umframt annað virksemu.

Partarnir eru samdir um treytirnar fyri søluni og teir hava skrivað undir eitt ætlanarskriv um handilin.

Tað eru feløgini N.M. Holding og Farcod, sum eiga helvt um helvt av Partafelagnum SMS. Og afturfyri at hagar keypir SMS, skulu núverandi eigarar keypa partabrøv í Hagar, har teir sostatt fara at teljast ímillum 15 teir størstu partaeigararnar í íslendska samtakinum.

Harumframt heldur Niels Mortensen fram sum stjóri í P/F SMS.

Íslendsk pensjónsfeløg eiga meginpartin av Hagar, sum hevði umleið eina milliard evrur í umsetningi í fjør. 2.500 fólk starvast í samtakinum, og tað svarar til 1.450 fulltíðarstørv.

P/F SMS hóskar væl til virksemi hjá Hagar, sum fyrr í ár boðaði frá, at samtakið leitar eftir nýggjum møguleikum at víðka virksemið.

– SMS er eitt sterkt og vælrikið samtak, ið hevur djúpar røtur í føroyska samfelagnum. Vit vilja gera okkara besta fyri at stuðla menning og vøkstri í SMS, sum gagnar Føroyum, sigur Finnur Oddsson, samtaksstjóri í Hagar, í tíðindaskrivi.

– Ætlanirnar hjá Hagar at keypa P/F SMS fara uttan iva at gagna viðskiftafólkunum hjá Miklagarði, Bónushandlunum og Mylnunum, sum verða innlimað í eitt risastórt samtak við einum stórum altjóða netverki. Fyri SMS-samtakið er m.a. talan um rakstrarfyrimunir, nýggjar menningarmøguleikar og økt vøruúrval, sigur Niels Mortensen, í tíðindaskrivi.

– Tað hevur eisini stóran týdning fyri okkum sum partaeigarar, at vit kunnu halda fram sum partaeigarar á hægsta stigi í íslendska samtakinum, har vit framhaldandi kunnu hugsavna okkum um P/F SMS sum føroyska partin av Hagar, staðfestir Niels Mortensen.

- Tætta tilknýtið millum P/F SMS og Hagar hf, ið er skrásett á íslendska keypsskálanum, kann eisini gerast áhugavert hjá føroyska almenninginum, sum nú fær møguleikan at gera íløgur í føroyska gerandis- og matvørumarknaðin við at keypa partabrøv í Hagar hf, vísir Niels Mortensen á.

Umsetningurin hjá P/F SMS var umleið 700 milliónir krónur í fjør, og avlopið eftir skatt var 12 milliónir krónur. 700 fólk eru í starvi hjá SMS-samtakinum svarandi til 286 fulltíðarstørv.