Nú verður skannarin settur upp

3 Tesla Siemens MR-skannarin verður í morgin avhendaður til Klaksvíkar Sjúkrahús

Jóannes Hansen
29. apríl 2024 kl. 14:30

Í morgin, týsdagin 30. apríl, tekur Klaksvíkar Sjúkrahús ímóti 3 Tesla Siemens MR-skannaranum.

Hetta er ein løta, sum vit øll hava sæð fram til, og hava arbeitt málrættað fram ímóti.

3 Tesla MR-skannarin vigar 7,3 tons, meðan sjálv MR-kabinan vigar 1,5 tons. 3 Tesla MR-skannarin er 2,45 metur breiður, 2,14 metur høgur og 1,72 metur djúpur.

Skannarin verður avhendaður við Víkavegin týsmorgunin um kl. 8. Skannarin verður lyftur oman í garðin hjá sjúkrahúsinum. Eftirfylgjandi verður hann rullaður inn í MR-kabinuna.

Klaksvíkar Sjúkrahús vil senda eina inniliga bøn til bilførarar og onnur ferðandi, um at nýta onnur vegastrekkir í tíðarskeiðnum millum kl. 8-11, so Siemens, saman við fleiri, fær arbeiðsfrið í sambandi við avhendingina.

Klaksvíkar Sjúkrahús ynskir at takka fyri ta vælvild, ið grannar og onnur hava víst seinastu tíðina, meðan arbeiðið við umbygging hevur staðið á. Somuleiðis takka vit øllum starvsfólkum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fyri tolsemi og fyri at hava rúmað forstýrinum inni í húsinum, í sambandi við umbyggingina, skrivar Klaksvíkar Sjúkrahús.

Hjálagda mynd er av hølunum, har skannarin verður settur. Hetta eru hølini, har kapellið á sjúkrahúsinum higartil hevur verið.