Nú verður seinasta skotið latið av

Í hesum sambandi verið almenn móttøka í Dali

Áki Bertholdsen
7. november 2023 kl. 09:46

Hósdagin verður seinasta skotið latið av í Dalstunlinum. Í hesum sambandi skipar Landsverk fyri almennari hátíðarløtu við tunnilsmunnan í Dali klokkan 15 við røðum og tónleiki, har messingkvintettin, K.Ó.J.A.K fer at spæla spælir.

Tað verður Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, sum fer at bjóða vælkomin. Síðani verður tað Dennis Holm, landstýrismaður í Fiski- og samferðslumálum, sum fær orðið.

Aftaná hann fer Símin Hannus Johannesen, varaborgarstjóri í Húsvíkar kommunu, eisini at bera fram eina heilsan.

Tá røðurnar eru hildnar fer Annfin Johannesen at trýsta á knøttin at skjóta seinasta skotið. Anfinn, sum er dalbingur, var maskinførari hjá Landsverki í góð 40 ár, frá 1973 til 2013.

Ein av hansara uppgávum hesi árini var at halda bratta vegin til Dals opnan fyri kava.

Eftir at skotið er ígjøgnum, bjóðar Landsverk ein drekkamunn í gamla skúlanum í Dali og øll eisini eru vælkomin.

Dlstunnilin er 2.200 metrar langur og átta metrar breiður. Umframt hetta skulu eisini gerast 150 metrar av vegi Húsavíkarmegin, og 100 metrar av vegi Dalsmegin. Síðan skulu umleið 2.500 metrar av vegi afturat breiðkast.

Tað hevur tikið akkurát trý ár at bora tunnilin, tí fyrsta skotið varð latið av 5. novembur í 2020 - men tað skal viðmerkjast, at fyri ein part hava tey bara arbeitt nakrar mánaðir um árið, tí játtanin hevur verið so lítil.

Nú hann er boraður ígjøgnum, tekur tað nakrar mánar at gera hann heilt lidnan við teimum teknisku installatiónum, sum skulu leggjast í hann, umframt at vegirnir skulu gerast lidnir.