Á hvørjum árið skipar Visit Tórshavn fyri Mentanarnáttini. Fyrsta Mentanarnáttin varð hildin í 2001, og síðani er hon vorðin eitt fast afturvendandi tiltak í Havnini. Hetta er kvøldið, tá ið veruligt lív kemur í Havnina. Vinir, familja og kenningar savnast, og vitja tey mongu tiltøkini. Handlarnir í miðbýnum hava opið til á midnátt.
Undurtøkan fyri tiltakinum veksur hvørt ár. Hetta ger somuleiðis, at skráin verður villari og villari. Ongantíð áður hevur skráin verið so rúgvumikil sum í ár.
Næsta fríggjakvøld kl. 18.00 verður Mentanarnáttin sett uttanfyri Býráðshúsið. Her fer stjórin í Norðurlandahúsinum Gunn Hernes at tala. Niðri í Vágsbotni verður bæði lívligur horntónleikur at hoyra, og ymiskar kappingar verða eisini.
Runt kring Havnina lata stovnar og virkir upp fyri almenninginum. Ymisku søvninið opna, og her ber til at síggja listaframsýningar og annað spennandi. Eingin Mentanarnátt uttan livandi tónleik, verður sagt. Tónleikurin sermerkir Mentanarnáttina, og verður at hoyra mest sum allastaðni í Havnini bæði innan- og uttandura. Fleiri væl dámdir tónleikarar fara at spæla ymiska staðni.
Fyri teimum yngru skipar Tjóðpallurin millum annað fyri einum tiltaki, har ið sjónleikarar fara at lesa fyri børnunum.
Nólsoy er partur av Mentanarnáttini. Bæði Maggies, Heimavirkið, Neystkafé og líknandi støð hava opið. Avhaldshúsið fer eisini at sýna list fram hjá listafólkum úr Nólsoy.
Tað er bara at gleða seg. Ymiskt er fyri allir aldursbólkar, so tað loysir seg heilt víst at koma ein túr oman, tá ið Havnin vísur seg frá síni bestu síðu.