Ongi úrslit

Nú verður lættari at forvinna pening á TikTok

Við nøkrum nýggjum átøkum, so ætlar sosiali miðilin TikTok at gera tað lættari hjá fólki, ið gera innihald til pallin, at forvinna nakað av peningi afturfyri

Sigurjón Einarsson
2. desember 2021 kl. 16:35

– Um tú nakrantíð hevur hugsað fyri tær, at tað var ein máti hjá tínum áhoyrarum at vísa tær takksemi fyri tíni videobrot á TikTok, so hava vit orð fyri tað: Tips.

Sosiali miðilin TikTok er úti við nýggjum átaki, har tað nú verður møguligt at geva tips ella drekkipengar til tann, ið ger tilfar til sosiala miðilin.

Tað skrivar sosiali miðilin á sínari heimasíðu.

Tað fara at vera fleiri møguleikar at geva tips ella drekkipengar, har til ber at geva fimm, tíggju, 15 dollarar ella meira eftir máti, har TikTok-brúkarin, sum ger innihald, fær allar pengarnar, minus eitt lítið avgjald, skrivar TikTok.

TikTok fer eisini at gera ein nýggjan portal “Creator Next”, har allir inntøkumøguleikarnir fara at verða samlaðir á einum stað.

TikTok er eitt kinverskt felag, og hevur í dag fleiri enn eina milliard brúkarar.

Mest lisið hesa vikuna

So er eingin samgonga longur

23. februar kl. 12:14

Hon er ræðuliga vónbrotin og skelkað av Framsókn

24. februar kl. 22:17

Løgreglan heitir á bileigarar um at kanna bilarnar - illgruni um herverk

22. februar kl. 09:14

Tingmaður fyri Framsókn vekir undran

23. februar kl. 16:21

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

26. februar kl. 17:31

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

Í gjár kl. 17:24