Nú verður lættari hjá Taks at fáa upplýsingar um fíggjarlig viðurskifti, føroyingar hava uttanlands. Samstundis verður tað lættari hjá Taks at geva skattamyndugleikunum í øðrum londum, upplýsingar um fíggjarlig viðurskifti hjá útlendingum í Føroyum.
Hetta er úrslitið av at Taks nú hevur fingið altjóða viðurkenning og er komið upp í altjóða samstarvi um at lata upplýsingar um fíggjarlig viðurskifti ímillum lond. Taks sigur, at 147 lond eru við í samstarvinum.
Hetta merkir at londini í samstarvinum lata hvørjum øðrum skattaupplýsingar eftir ávísum reglum. Útlendskir skattamyndugleikar kunnu fáa kontuavrit av kontum hjá teirra borgarum í Føroyum - og Taks kann fáa kontoavrit av kontum hjá føroyingum aðrastaðni.
Taks sigur, at hetta fer at gera tað nógv lættari at umsita skattaviðurskiftini.
Í hesum sambandi hevur OECD kannað um okkara lóggáva, og umsiting, tryggja, at neyðugar upplýsingar eru til staðar, um Taks yvirhøvur hevur heimild at biðja um hesar upplýsingar, og kann senda útlendskum myndugleikum teir á ein skjótan og tryggan hátt.
Taks sigur, at tey luku øll krøvini.
Arbeiðið við at at skifta um upplýsingar á hesum øki, byrjaði eftir altjóða bankakreppuna í 2008. OECD hevur staðið fyri arbeiðinum. Føroyar komu spakuliga við í 2011.
Og síðan tá hava Taks, Skráseting Føroya, Fíggjarmálaráðið og danska fíggjareftirlitið, arbeitt fyri at skapa tær fortreytir, sum skulu til fyri at fáa Føroyum fulla góðkenning í samstarvinum – og nú er tað eydnast, sigur Taks.