Nú verður lættari at fáa fatur á vanligan heilivág á trimum plássum

Tríggjar nýggjar automatir verða settar upp og har kann vanligur hondkeyps-heilivágur trekkjast alt samdøgurið

Áki Bertholdsen
19. februar 2025 kl. 18:22

Seinastu tíðina hevur kjak verið um, hvør skal sleppa at selja vanligan hondkeyps-heilivág. Har einki apotek er nærhendis, sleppa úrvaldir handlar at selja høvuðpínutablettir og annan hondkeyps-heilivág, men annars eru tað bara apotek, sum kunnu selja heilivág.

Tí hava bæði politikarar, og Kappingarráðið, mælt til, at allir handlar sleppa at keypa vanligan hondkeyps-heilivág.

Men tað hava myndugleikarnir ikki tikið undir við. Tey siga, at tað krevur nógv eftitlit at fylgja við, hvussu heilivágur verður goymdur, nær hann gongur út, og so framvegis.

Og eitt argument afturat, er, at starvsfólk í vanligum handlum eru ikki fakfólk og tí kunnu tey heldur ikki leiðbeina fólk, sum keypa heilivág.

Kortini er ein automat sett upp við apotekið við SMS og har kunnu fólk trekkja hondkeyps-heilivág allan sólarkringin.

Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum sigur, at Apotekið hevur góðar royndir við hesi sjálvtøkuni, at nú er ætlanin at seta tríggjar automatir upp afturat.

– Tríggjar nýggjar sjálvtøkur verða settar upp í vár, og tær fara at geva fólki betri atgongd til hondkeyps-heilivág alt samdøgurið, sigur hon.

Hon sigur, at endamálið er at tryggja øllum í Føroyum javnbjóðis atgongd til hondkeyps-heilivág.  Og við fleiri sjálvtøkum kring landið, hava viðskiftafólk atgongd til hondkeyps-heilivág frá apotekinum allan sólarkringin.

Tann eina av hesum nýggju automatunum verður sett upp uttanfyri nýggja apotekið í Vágum, og hon verður tikin í nýtslu, tá ið apotekið letur upp í vár. 

Hinar báðar sjálvtøkurnar verða uttanfyri apotekini í Klaksvík og Runavík.

Sjálvtøkurnar eru knýttar at Skjáttuni hjá Talgildu Føroyum og tað merkir, at bara fólk yvir 18 ár, sleppa at keypa í sjálvtøkunum.

Afturat teimum fýra apotekunum og søludeildini í Steinatúni, eru 19 hondkeypssølur runt um í landinum. Tær eru í økjum, har einki apotek er, og tær hava eitt úrval av tí mest vanliga hondkeyps-heiliváginum.

Tí verða sjálvtøkurnar fyrst settar upp uttanfyri tey fimm apotekini, har hondkeyps-heilivágur annars bara kann keypast, tá ið apotekini hava opið, sigur landsstýriskvinnan.

Annars eftirmeta tey støðuna alla tíðina fyri at meta um, hvat meiri skal gerast á hesum øki.