Nú fer landsstýriskvinnan í heilsumálum at kanna, hvørji tiltøk kunnu setast í verk fyri at verja børn og ung ímóti orkudrykkjum.
Heilsumyndugleikarnir hava, meiri enn eina ferð, staðfest, at orkudrykkir kunnu verða vandamiklir fyri heilsuna á børnum og ungum.
Og nú hevur Steffan Klein Poulsen, tingsmaður fyri Miðflokkin, spurt landsstýriskvinnuna í heilsumálum, um hetta er eitt mál, hon ætlar at gera nakað við.
Og landsstýriskvinnan, Margit Stórá, sigur, at hon er samd í, at tað er ikki gott, at børn og ung drekka orkudrykkir.
Høvuðsorsøkin er, at tað er so nógv koffein í orkudrykkjum. Børn og ung viga ikki nógv og samstundis eru tey flestu blikkinni og fløskurnar við orkudrykkum, upp á ein hálvur litur.
Og tá er rættiliga skjótt at tey fáa meira koffein í seg, enn heilsumyndugleikarnir siga, er trygt hjá teimum at fáa.
Ovurnýtsla av koffeini kann hava beinleiðis avleiðingar fyri heilsuna og menningina hjá serliga børnum og ungum, og tað kann verða vandamikil, sigur Landsstýriskvinnan
Í 2014 gjørdi Fólkaheilsuráðið eitt tilmæli um orkudrykkir til Landsstýrið. Eitt tilmæli var at orkudrykkir við koffeini, og øðrum evnum sum stimbra miðnervalagið, skulu standa fyri seg í føroyskum handlum.
Tað eigur at víst væl og virðiliga við skeltum, at stimbrandi evni eru í hesum orkudrykkjum og tað kann vera heilsuskaðilig í stórum nøgdum - serliga saman við rúsdrekka, helt Fólkaheilsustýrið.
Tað varð eisini mælt til, at børn og ung undir 18 ár ikki skulu sleppa at drekka orkydrykkir, og at foreldur halda eyga við, at børnini ikki gera tað.
Orsøkin er, at tað kann broyta svøvnlagið hjá børnunum, og at stórar nøgdir av orkudrykkjum kunnu vera beinleiðis vandamiklar fyri æðrarnar við hjartað, serliga saman við rúsdrekka.
Heilsustýrið, sum nú situr, hevur boðað frá, at tey standa við hesi tilmæli, men at tilmælini annars verða endurskoðað í næstum.
Eisini Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur ávarað um, at orkudrykkir eru ikki fyri børn.
Tey vísa á, at eitt barn, ið vigar 40 kilo, ikki eigur at fáa meira enn 100 mg av koffeini um dagin. Eitt barn, sum vigar 40 kilo svarar til, at tað er umleið 11 ár. Men í einum orkudrykki upp á 0,5 litur, eru vanliga 160 mg av koffeini.
Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir tí børnum frá at drekka orkudrykkir - og tað sama ger matvørustýrið í Danmark eisini.
Fyri at verja børn og ung ímóti orkudrykkjum heldur landsstýriskvinnan, at ávaringin á blikkum og fløskum við orkudrykkjum, eigur at vísa týðiliga og greitt, at talan er ikki um ein leskidrykk ella ein ítróttardrykk.
Tvørtur ímóti eigur teksturin at vísa, at talan er um ein stimbrandi drykk, sum kann fáa avleiðingar fyri heilsuna, bæði likamliga og sálarliga.
Landsstýriskvinnan sigur, at harumframt eiga fleiri tiltøk eisini at verða sett í verk fyri at verja børn og ung ímóti orkudrykkjum.
Í hesum sambandi vísir hon á, at orkudrykkir eru partvíst bólkaðir sum matvøra, og tí er tað málsøkið hjá landsstýrismanninum í vinnumálum, Høgna Hoydal. Men partvíst koma orkudrykkir eisini undir fólkaheilsu, sum er málsøkið hjá landsstýriskvinnuni í heilsumálum.
Tað vil siga, at hetta er eitt mál, ið eigur at verða tikið upp í samstarvi ímillum Margit Stórá og Høgna Hoydal.
Og Margit Stórá sigur, at hon ætlar at fara í samskifti við Høgna Hoydal um, hvørji tiltøk skulu setast í verk fyri at verja børn og ung ímóti orkudrykkjum.
Í hesum sambandi kann talan eisini verða um at setas forboð fyri at selja orkudrykkir til børn og ung undir 16 ár, ella kanska undir 18 ár.