Landsstýrið fer nú at seta tiltøk í verk fyri at verja svartfugl. Tað er endamálið við einum uppskoti, Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, fer at leggja fyri Løgtingið í næstum.
Sum lógin er nú, er loyvt at skjóta lomviga, álku og lunda frá 1. oktobur til 20. januar. Hinvegin er loyvt at skjóta skarv frá 1. oktobur til 30. novembur.
Men hereftir skal tað vera loyvt at skjóta øll hesi sløgini, lomviga, álku, lunda og skarv frá 20. oktober til 31. desembur.
Haraftur ímóti er tað loyvt at skjóta ráku, ravn, kjógva, skúgv, havhest, súlu og øll másasløg, alt árið, men kortini er bara loyvt at skjóta ritu á sjónum.
Veiðitíðin fyri skarv verður broytt soleiðis, at hon er tann sama sum fyri lunda, lomviga og álku og tað er fyri at gera reglurnar einfaldari at umsita.
Men harafturat verður tað nú soleiðis, at øll veiða skal gerast upp og fráboðast Havstovuni. Og tá ið boðað verður frá veiðu, skal uppgerðin vísa hvat slag av fugli, talan er um, og hvussu nógir fuglar eru veiddir.
Landsstýrið sigur, at nevndirnar fyri Ramsar-oyggjarnar, Nólsoy, Skúvoy og Mykines hava heitt á hann um at broyta fuglaveiðulógina soleiðis, at veiðitíðin eftir svartfugli verður broytt, og at hon eisini verður stytt.
Hesar tríggjr oyggjarnar eru lýstar at vera Ramsar-øki og tað merkir, at serlig tiltøk skulu setast í verk fyri at verja fuglalívið.
– Við at broyta veiðitíðina, og at stytta hana, verður mett, at tað verður lættari at byggja fuglastovnarnar upp aftur, og at verja, serliga lundastovnin og lomvigastovnin í Føroyum, sigur landsstýrismaðurin.
At skjóta fugl er ein hóttan móti stovnunum og hóast veiða ikki er størsta hóttanin, fer tað at bøta um stovnin at veiðitíðin verður avmarkað, sigur landsstýrismaðurin.
Hetta er serliga galdandi fyri lomviga og lunda, har stovnarnir vóru munandi størri fyri 50 árum síðani. Hesi seinastu 45 árini, ella so, hevur eingin veiða verið eftir lomviga og álku á landi, tí longu tá varð mett, at stovnarnir vóru minkaðir so nógv, at teir vóru beinleiðis hóttir.
Lítið hevur verið gjørt burtur úr at telja fugl og samstundis eru eingi veiðitøl, og tað ger tað ringt at meta um støðuna.
– Kortini kann sigast við rættiliga stórari vissu, at veiðan nú, við stórum og skjóttgangandi bátum, sum kunnu sigla langt, er munandi meira effektivari enn hon var fyrr, og ivaleyst hevur tað stóra ávirkan á veiðutrýstið, sigur Høgni Hoydal.
Tí heldur hann at tað er rætt at gera meiri burtur úr at telja fugl og at gera tað til eina skylduat boða frá, hvussu nógv verður veitt. Á henda hátt ber til at fylgja betur við, hvussu stovnarnir eru fyri, sigur hann.
Í Evropa er lundi á reyða listanum og sostatt er hann skrásettur sum hótt fuglaslag. Eisini í Føroyum er stovnurin minkaður munandi. Afturat hesum, er talið á pisum eisini minkað. Árini 2005 - 2015 vóru serstakliga ring lundaár, har mest sum einki kom undan av pisu, sigur hann.
Veiðutrýstið á lunda er minkað munandi um alt landið og í dag er tað bara ein brotpartur av tí, sum tað var, tá lundastovnurin var væl fyri.
– Henda minkingin í veiðitrýstinum er partvís sjálvboðin og partvís er tað viðtikið á grannastevnu, at veiðan skal minkast.
– Kortini er tað umráðandi at áseta við lóg, at veiðitíðin eftir lunda byrjar seinni, tí nógv lundapisa verður skotin fyrst í oktober, og broytingin er neyðug, skal lundastovnurin í Føroyum varðveitast og mennast, heldur landsstýrismaðurin.
Umleið tíggjunda hvørt ár, síðani 1972, hava lomvigateljingar hava verið um alt landið. Hesar teljingar vísa, at lomvigastovnurin er minkaður heilt nógv, ella eini 70 prosent frá 1972 til seinasta teljingingin var í 2014. Tí metir Havstovan eisini, at minkingin heldur fram.
Veiðan á landi er skerd og minkað sera nógv fyri at verja svartfuglastovnarnar, men tað er eisini umráðandi at broyta og stytta tíðina, tað loyvt er veiða svartfugl á sjónum um veturin.
– Leggjast kann eisini afturat, at við minni veiðu, verður nøgdin av blýggjhøglum, sum enda á sjónum, somuleiðis minni, sigur Høgni Hoydal.