Nú verður ÍF venjarin í fulltíðarstarvi

ÍF boðar í kvøld frá, at venjarin tvey tey seinastu árini eisini verður venjari í 2024

Jóannes Hansen
5. desember 2023 kl. 21:06

ÍF skrivar soleiðis í kvøld:

Tíðindini hava verið longi á veg, men nú er tað avgreitt. Vit kunnu nú alment kunngera, at okkara høvuðsvenjari Alexandar Jovevic heldur fram, í minsta lagi eitt ár afturat.

Fyri 2 árum síðani settu vit okkum í nevndin fyri, at nú mátti leggjast á annan bógv.
Alexandar varð settur í starv sum høvuðsvenjari, og aðalmálið var, at menna okkara ungu heimligu leikarar.

Longu fyrsta árið eydnaðist tað okkum at vinna okkum sætið aftur í Betri Delidini, og tá ið so seinasta bríkslið varð floytað kappingarárið 2023, kundu vit staðfesta og hátíðarhalda, at vit halda fram eisini í 2024 í Betri deildini.

Tey undanfarnu 2 árini hevur Alexandar verið parttíðarvenjari. Nevndin og Alex eru vorðin samd um, at tann leisturin mátti broytast, um vit veruliga skulu flyta okkum. Tískil verður Alexandar frá komandi árið, fulltíðarsettur venjari.

VIt ynskja Alex hjartaliga tilukku við sáttmálanum, og ynskja honum góða eydnu, skrivar ÍF í kvøld.