Nú verður tað forboðið at brúka elektrisk rennihjól í Føroyum. Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur, at hetta er ein partur av málinum tá ið hann, einaferð í heyst, fer at leggja uppskot um at broyta ferðslulógina fyri Løgtingið.
Sum vit hava skrivað, verður ein partur av lógina at herða revsingina munandi tá ið bilførarar brúka hondhildna fartelefon ímeðan teir koyra.
Men harafturat verður bann eisini sett fyri at brúka elektrisk rennihjól, og onnur smá motordrivin akfør á á økjum har ferðslulógin er galdandi.
Hetta hevur verið eitt umstrítt mál og higartil hava bæði løgregla, og Føroya Rættur, staðfest, at tey eru ólóglig í Føroyum.
Hinvegin er málið lagt fyri Landsrættin, sum ikki hevur tikið støðu. Men nú verða tey so beinleiðis bannað við lóg.
Ráðið Fyri Ferðslutrygd hevur staðiliga mælt frá, at rennihjólini, og onnur smá, motordrivin akfør verða lóglig at brúka tey í Føroyum.
Her hugsa tey um elektriskar rennifjalir, ella skateboard, sum tað eitur á enskum, umframt segboards, hoverboards og uniwheels.
Tey siga, at hetta er meiri leikutoy enn koyritoy og tí eru tey ikki egnað at verða í almennu ferðsluni.
Í Danmark vísa fyrstu royndirnar, at óhapps-títtleikin á el-rennihjóli er sjey ferðir størri enn á súkklu.