Nú verður fólkaatkvøða um samanlegging í Suðuroy

Bygdaráðið í Hvalba hevur samtykt málið í kvøld, og so er málið avgreitt

Áki Bertholdsen
8. mai 2024 kl. 19:47

Tað er nú greitt, at um ein góðan mánað verður fólkaatkvøða á Tvøroyri, og í Hvalbiar kommunu um at leggja báðar kommunurnar saman.

Mánakvøldið samtykti Tvøroyrar Býráð at taka undir við fólkaatkvøðuni og á bygdaráðsfundi í kvøld hevur so bygdaráðið í Hvalba, sum eisini fevnir um Sandvík, eisini at taka undir við tí.

Seks atkvøður vóru fyri og ein var ímóti, tað var Poul Laust Christiansen, sum var ímóti.

Fólkaatkvøðan í kommununum báðum byggir á eina semju, sum er gjørd ímillum bæði kommunustýrini um, hvussu viðurskiftini skulu skipast ímillum plássini í eini samanlagdari kommunu.

Miðað verður eftir at hava fólkaatkvøðuna í báðum kommununum 15. juni, men áðrenn tað er ætlanin at hava upplýsandi tiltøk fyri fólki, har semjan verður útgreinað, so at fólk vita akkurát hvat liggur í henni. Eitt hevur verið róð framundir at hava borgarafund aftur um málið, har greitt verður frá semjuni.

Tað kanst tú lesa meiri um her: https://www.dimma.fo/grein/her-eru-treytirnar-fyri-eini-samanlegging-imillum-hvalba-og-tvoroyri