Nú verður fólkaatkvøða í Hvalba um kommunusamanlegging

Tað er eisini greitt, at fólkaatkvøða verður á Tvøroyri um kommunusamanlegging

Áki Bertholdsen
9. apríl 2024 kl. 17:56

Nú skal fólkatkvøða vera í Hvalba um kommunusamanlegging. Tað hevur bygdaráðið í Hvalba samtykt nú seinnapartin.

Arbeitt hevur verið við at leggja tær tríggjar kommunurnar, Tvøroyri Hvalba og Fámjin, saman í eina kommunu og ein arbeiðsbólkur, sum hevur lýst fyrimunir og vansar við tí, hevur mælt til, at tær leggja saman. Bólkurin hevur eisini mælt til, at tað verður fólkaatkvøða í teimum trimum kommununum um samanlegging

Fyri tveimum vikum síðani samtykti Tvøroyrar Býráð einmælt at hava fólkaatkvøðu um samanlegging og at heita á hendan sama arbeiðsbólk um at orða ein atkvøðuseðil til Býráðið at taka støðu til.

Og í dag var málið so fyri í bygdaráðnum í Hvalba, har Janus Thomsen, borgarstjóri, legði uppskot fyri bygdaráðið um at hava fólkaatkvøðu og at heita á arbeiðsbólkin um at fyrireika atkvøðugreiðsluna, og at leggja málið aftur fyri bygdaráðið.

Men ímeðan tey vóru púra samd á Tvøroyri um málið, var stór ósemja í bygdaráðnum í Hvalba, tí summir býráðslimir hildu, at málið var ov illa lýst og at tað var ov knapt at leggja saman til kommunuvalið í heyst.

Men málið var kortini samtykt við tað, at fýra av teimum sjey bygdaráðslimunum atkvøddu fyri og tríggir atkvøddu ímóti.

Tey, sum vóru fyri, vóru Janus Petersen, Martin í Nesi, Niels Olaf Eyvindsson og Eir Norðberg. 

Tey, sum vóru ímóti at hava fólkaatkvøðu nú, tí tað var ov knapt, vóru Ronni Hammer, Thorstein Thomsen og Poul Laust Christiansen.

Í Fámjins kommunu hava tey ikki tikið støðu til málið enn.