Fyri einum stórum ári síðani var B68 álopsspælarin Jørgen Nielsen í Svøríki og royndi seg. Dreymurin var at taka fyrsta stigi á leiðini ímóti at verða fulltíðar professionellur spælari. Tá umboðaði Jørgen Nielsen barndómsfelagið NSÍ, og eftir at tað var greitt, at NSÍ í ár fór at spæla í næstbestu deildini, skifti hann úr NSÍ og til B68.
Í steypakappingini skoraði hann 1-0 sigursmálið ímóti TB, og í 2-1 heimasigrinum ímóti NSÍ skoraði hann 2-0 málið.
Dreymurin hjá 19 ára gamla Jørgeni Nielsen er framvegis at verða fulltíðar yrkisspælari, og í dag syrgdi hann fyri, at feløg og fótbóltsumboðsmenn vita, hvør hann er.
Jørgen Nielsen skoraði trý mál og hattrikk, tá ið Føroyar vunnu 3-2 á útivølli ímóti Hvítarusslandi. Hann hevur áður skorað tvey mál fyri U-21 landsliðið – annað í 2-2 javnleikinum 16. Juni ímóti Andorra í Klaksvík, og hitt 7. juni í fjør í 1-1 javnleikinum ímóti Serbia í Klaksvík.
Higartil hevur Stefan Radosavljevic, sum í kvøld er í A-hópinum átt málmetið á U-21 landsliðnum við fimm málum. Stefan spældi 18 U-21 landsdystir.
Jørgen Nielsen hevur higartil spælt tríggjar U-21 landsdystir. Týsdagin fer hann fyri fjórðu ferð at spæla á U-21 landsliðnum. Tað verður í Klaksvík ímóti Kroatia, tá ið hann fær møguleika at skora og einsamallur at eiga málmetið.
Eftir sisgurin ímóti Hvítarusslandi sigur Jørgen Nielsen soleiðis við heimasíðuna hjá FSF:
– Eg eri ótrúliga glaður fyri avrikið hjá liðnum í dag. Allir arbeiða hart, og vit halda okkum til ta ætlan, ið venjarin legði áðrenn dystin. Harafturat føldi eg ongantíð at sigurin var í vanda, sjálvt um teir høvdu bóltin meir enn vit, og fingu trýst okkum eitt sindur síðstu løtuna. Nú skulu vit bara njóta hetta eina løtu, og so er fult fokus á dystin móti Kroatia.