Næsta ár fer tað at verða eitt nakað dýrari hjá nógvum eldri í Tórshavnar Kommunu. Býráðið ætlar nevniliga at hækka gjøldini á eldraøkinum og tað merkir, at egingjøldini fyri at búgva á ellis- og røktarheimum, og øðrum bústovnum fyri eldri, fer at hækka.
Tað verður eisini dýrari hjá teimum, sum fáa heimahjálp og hjá teimum, sum eru til umlætting.
Tann fyrsta apríl kom nýggj kunngerð um eldragjøld í gildi so nú hava kommunurnar, sum heild, sjálvar heimild til at áseta gjøld fyri sínar eldratænastur.
Í hesum sambandi mælir Kommunufelagið til, at gjaldið skal vera tað sama í øllum kommununum. Men hetta er kortini ikki bindandi so kommunurnar kunnu seta síni egnu gjøld.
Og nú Tórshavnar Býráð leggur seinastu hond á fíggjarætlanina fyri næsta ár, hevur meirilutin í býráðnum skotið upp, at gjøldini fyri eldrarøkt verða hækka eftir uppskotinum hjá Kommunufelagnum.
Tey siga, at Kommunustjórin, og fyrisitingarstjórin, mæla býráðnum til at samtykkja at hækka gjøldini og tað er eitt uppskot, sum býráðið nú skal taka støðu til.
Meirilutin í býráðnum tekur undir við, at gjøldini verða hækkað, men tað ger minnilutin ikki.
Úrslitið er, at lægsta gjaldið fyri búpláss hækkar úr 5.686 krónum um mánaðin, upp í 6.561 krónur og hægsta gjaldið fer úr 10.538 krónum, upp í 12.150 krónur.
Lægsta gjaldið er fyri fólkapensjónistar við eini eyka inntøku uppá minni enn 50.000 krónur, og síðani hækkar gjaldið so líðandi fyri hvørjar 5.000 krónur, viðkomandi hevur í inntøku, upp til 290.000 krónur, tá ið tey so koma upp á hægsta gjald.
Samstundis er uppskotið hjá Kommunufelagnum, at tilsvarandi hækkingar verða settar í verk fyri umlætting og heimahjálp, soleiðis at lutfallið ímillum ymsu gjøldini verður tað sama sum í dag.