Nú er nýggi bygningurin hjá Sjóvinnustýrinum á Giljanesi liðugur og hósdagin verður almenn móttøka, har tað eisini ber til hjá fólki at síggja bygningin innan.
Hátíðarhaldið verður seinnapartin hósdagin og á skránni verða røður og sangur. Eisini verður ein drekkamunnur og okkurt smátt afturvið og tað ber eisini til hjá fólki at sleppa runt í bygninginum at hyggja, hvussu alt sær út.
Tey, sum fara at syngja eru børn í Musikkskúlanum í Vágum. Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, fer at bjóða vælkomin og so fer Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, at halda røðu. Eftir hann fer stjórin á Sjóvinnustýrinum, Hans Jóhannes á Brúgv, at halda røðu. At enda fara Sjúrður Holm, stjóri á Búsetur og Ragnar Zachariasen, stjóri á ZETA arkitektar, at bera fram heilsan.