Nú verður bensinið grønari

E10-bensin kemur í næstum í staðin fyri blýfrítt bensin. Nýggja slagið av bensini er betri fyri umhvørvið

Tíðindaskriv/Magn
25. januar 2024 kl. 17:59

Tað verður ikki longur vanligt blýfrítt bensin, ið føroyingar skulu fylla á bilin. Nýggja, grønara slagið av bensini kallast E10. Tað er ein blandingur, har 90% er blýfrítt bensin og 10% er bioetanol. Uttanlands er hetta slagið longu brúkt í fleiri ár við góðum úrslitum.

Riggar til allar bilar yngri enn 14 ár

Flestu bensinbilarnar á føroysku vegunum í dag kunnu brúka E10. Hetta vita vit, tí tað er ES-lóg, at allir nýggir bilar seldir í Evropa eftir 2011 skulu kunna brúka E10 sum brennievni. Sostatt kunnu allir bilar yngri enn 14 ár við vissu brúka E10. Tað er bert í undantaksføri, at E10 ikki riggar sum brennievni á bilum.

Ellisakfør, páhangsmotarar og smærri bensinrikin tól

Fyri nøkur sløg av motorum kann skiftið til E10 tó fáa ávirkan. Eitt dømi er 2-taktsmotorar. Serliga tá ið 2-taktsolja verður blandað upp í E10 er haldførið á bensininum sera avmarkað. Hetta merkir at bensinið spillist um tað er ov leingi í tanganum.

So tá páhangsmotorurin ella plenuklipparin standa sløkt alla vetrarhálvuna, eigur tangin at vera tømdur heilt. Og áðrenn tangin so aftur skal fyllast, eigur tú at tryggja tær at tangin er turrur.

Eisini verður mælt til, at eigarar av akførum frá áðrenn ár 2000, kanna um E10 hóskar seg til teirra bil. Hetta er einamest orsakað av nøgdini av etanoli í brennievninum. Hetta kann ávirka slangur, pakningar o.a. í tanga, tendring og í sjálvum motorinum.

Magn mælir at kunna seg nærri á magn.fo ella spyrja seg fyri á einum góðkendum verkstaði.

Skiftið byrjar beinanvegin

Skiftið frá blýfríum bensini til E10 fer í gongd beinanveg, og hetta er ikki nakað, sum kundarnir fara at merkja. Væntandi er skiftið til E10-bensin liðugt eftir 2 vikum.

So hvørt sum Magn-støðirnar skifta blýfría bensinið við E10 verður kunnað um tað á magn.fo – og pumpurnar verða sjálvandi merktar við E10.

Magn viðmælir til at bensintangin í so stóran mun sum gjørligt verður tømdur áðrenn nýggjara bensinslagið ferður fylt á fyri fyrstu ferð. Hetta tí at tað ávirkar góðskuna á brennievninum um tey verða blandað saman.

Diesel er óbroytt

Hóast blýfrítt bensin verður skift við E10 hevur hetta onga ávirkan á tey, sum brúka diesel.

Nærri kunning

Nærri kunning um skiftið verður tøkt á heimasíðu okkara magn.fo.