Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetur Føroya fara mikudagin at skriva undir avtalu um samstarv, sum skal verða grundarlag undir einum munadyggum og granskingargrundaðum heilsuverki á høgum altjóða stigi.
Hetta skrivar setur.fo í dag.
Endamálið við avtaluni er at menna heilsuvísindaliga gransking og útbúgving í Føroyum. Harumframt skal avtalan styrkja um góðsku og evidens í tilboðum um heilsufremjan, fyribyrging, diagnostikk, viðgerð, røkt og endurvenjing til gagns fyri sjúklingar í heilsuverkinum.
Við hesi avtaluni um samstarv kunnu Fróðskaparsetur Føroya og Sjúkrahúsverkið formliga samstarva um heilsugransking, víðariútbúgving og undirvísing.
Eisini er endamálið at tryggja best møgulig útbúgvingartilboð til lesandi á Fróðskaparsetri Føroya á heilsufakliga økinum eftir tí tørvi, sum er í Føroyum.
Ein týðandi lutur í avtaluni er at seta upp felags mál, sum partarnir skulu leggja dent á í royndunum at tryggja starvsfólkunum og teimum lesandi í starvsvenjing so góðar karmar sum gjørligt.
Avtalan fer at styrkja bæði Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetur Føroya.
Lesið álitið um universitetssjúkrahús her.
Skráin fyri tíðindafundin
• Vælkomin
• Birita Ludvíksdóttir, løgfrøðiligur ráðgevi í Heilsumálaráðnum, greiðir frá álitinum um universitetssjúkrahús, sum hon samskipaði
• Maria Skaalum Petersen, leiðari á Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum, og Magni Mohr, dekanur á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, greiða frá avtaluni
• Avtalan verður undirskrivað
• Spurningar og umrøða
• Myndatøka
Tíðindafundurin er mikudagin 26. juni klokkan 15:30 í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn.
Øll eru hjartaliga vælkomin, skrivar Fróðskaparsetrið.