Seinnapartin í gjár var samkoma á økinum hjá Tekniska skúla í Klaksvík. Høvið var, at nú verður farið undir arbeiðið við aulu. Tað var landsstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálum Djóni Nolsøe Joensen, sum setti grabbin í, og harvið er farið undir arbeiðið.
Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2025 verður sagt soleiðis um auluna:
Tekniska skúla í Klaksvík tørvar eitt savningarstað í skúlanum, har bæði næmingar, lærarar, starvsfólk og onnur atknýtt kunnu savnast saman til samkomur, fyrilestrar, prógvhandanir og onnur tiltøk, sum eru vanlig og umráðandi í einum nútímans skúla.
Í 2021 var farið undir fyrireiking og prosjektering av aulu til skúlan. Landsverk skipaði í 2022 fyri eini arkitektakapping um aulu til skúlan, og vinnari av kappingini varð funnin.
Næsta stig í verkætlanini var prosjekteringsarbeiðið.
Ein ráðgevarasáttmáli varð í hesum sambandi undirskrivaður við vinnandi fyritøkuna um at prosjektera høvuðsprosjekt. Projekteringin av auluni varð liðug um ársskiftið 2023/24, og samlaði kostnaðurin var 3,3 mió. kr.
Næsta stig í verkætlanini við auluni er at gera jørð-, lendis- og kloakkarbeiðið. Arbeiðið hevur verið í útboðið, og sáttmálasamráðingar hava verið.
Arbeiðið fer ætlandi í gongd í næstum, og verður væntandi liðugt tíðliga í 2025.
Í 2024 eru játtaðar 3 mió. kr. til jørð-, lendis- og kloakkarbeiðið. Nýtslan verður mett til 2,5 mió. kr. Framfluttar verða 0,5 mió. kr. í óbrúktari játtan, og er tøka játtanin tískil 15,5 mió. kr. í 2025.
Tá ið jørð-, lendis-, og kloakkarbeiðið er liðugt, verður bygningsarbeiðið boðið út, og verklagslóg løgd fyri Løgtingið ætlandi í fyrru hálvu av 2025.
Átekning: Landsstýrismanninum verður heimilað at flyta óbrúkta játtan til seinni fíggjarár.