Nú verða síðstu litrarnir seldir við Ringvegin í Havn
Skjótt er onki brennievni eftir í Havnini
Fríðmundur Nattestad
23. mai 2024 kl. 14:15
Verkfallið byrjar veruliga at merkjast, og hjá Magn og Effo byrjar brennievni at ganga undan.
Bæði heimasíðurnar hjá Magn og Effo hava yvirlit yvir, hvussu nógv brennievni er eftir á teimum ymsu støðunum kring landið.
Sum yvirlitið hjá Effo omanfyri vísur, so er alt brennievni á støðunum hjá teimum í Havnini nú útselt.
Hjá Magn er tað bara støðin við Ringvegin, sum hevur nakað av E10 brennievni eftir. Køin til Magn støðina við Ringvegin er tó long í løtuni, so tað verður helst ikki leingi, til alt brennievni í Havnini yvirhøvur er gingið undan.